09.01.2024 kl. 12.00
Skriva út

Veiðibann nr. 2 - 2024

Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðueftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á eini leið eystanfyri.

  1. 6224 N – 0500 W
  2. 6230 N – 0508 W
  3. 6230 N – 0515 W
  4. 6228 N – 0515 W
  5. 6224 N – 0506 W
  6. 6224 N – 0500 W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 9. januar 2024 klokkan 23:30 til 23. januar 2024 klokkan 23:30.