11.04.2022 kl. 10.38
Skriva út

Veiðibann nr. 4 í 2022

Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri trol, á einum øki í eystara kanti á Munkagrunninum.

  1. 6052N – 0612W
  2. 6043N – 0615W
  3. 6043N – 0609W
  4. 6052N – 0607W
  5. 6052N – 0612W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 11. apríl 2022 klokkan 18:00 til 9. mai 2022 klokkan 18:00.