07.11.2023 kl. 12.00
Skriva út

Veiðibann nr. 7 - 2023

Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á eini leið í útnyrðing úr Mykinesi.

  1. 6235 N – 0800 W
  2. 6219 N – 0839 W
  3. 6218 N – 0830 W
  4. 6231 N – 0800 W
  5. 6235 N – 0800 W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 7. november 2023 klokkan 23:30 til 28. november 2023 klokkan 23:30.