12.03.2024 kl. 12.00
Skriva út
Veiðibann nr. 8 -2024
Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðueftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á eini leið í vestara kanti á Munkagrunninum.
- 6126 N – 0745 W
- 6121 N – 0730 W
- 6123 N – 0725 W
- 6127 N – 0733 W
- 6126 N – 0745 W
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 12. mars 2024 klokkan 19:00 til 26. mars 2024 klokkan 19:00.