27.11.2023 kl. 12.00
Skriva út

Veiðibann nr. 9 - 2023

Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðueftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á eini leið í landnyrðing úr Fugloynni.

  1. 6231 N – 0518 W
  2. 6229 N – 0518 W
  3. 6227 N – 0512 W
  4. 6222 N – 0505 W
  5. 6222 N – 0459 W
  6. 6224 N – 0503 W
  7. 6230 N – 0507 W
  8. 6231 N – 0518 W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 26. november 2023 klokkan 23:30 til 17. desember 2023 klokkan 23:30.