31.08.2023 kl. 12.00
Skriva út

Venjing

Týsdagin 29/08, varð skipa fyri stórari venjing í føroyskum sjóøkið. Luttakandi partar av venjingini vóru Brimil, íslendska sjóverjuskipið Freya og danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen.

Atlantic Helicopters og MRCC vóru eisini partur av venjingini.

Venjingin varð býtt í tveir partar. Fyrsti partur var brandvenjing og at flyta skaddar persónar av skipið við tyrlu.

Til brandvenjingina var Brimil neyðstadda skipið, har ein spreinging hevði verið og eldur var komin í. Fleiri persónar høvdu fingið skaða.

Roykkavarar og bjargarar komu við egnari útgerð umborð á Brimil at sløkkja og at veita fyrsthjálp.

Tyrlan flutti skaddar persónar av skipinum, so at hesir komu undir læknahond.

Eftir brandvenjingina varð leitivenjing. Í hesum førinum gekk venjingin út uppá, at ein bátur var sokkin og fýra persónar vóru endaðir á sjónum.

So bleiv leitimynstur gjørt og leitingin kundi byrja.

Samstarv ímillum tilbúgvingareindir í norðuratlantshavið og venjingar av hesum slag eru av stórum týdningi, og eru við til at viðlíkahalda og menna førleikar hjá okkara tilbúgving á sjónum.

Venjingin eydnaðist væl og allir partar siga seg hava fingið nógv burturúr.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið