17.04.2021 kl. 13.56
Skriva út

Venjing í Nólsoyarfirði

Í dag høvdu bjargingarbátarnir og MRCC felags venjing í Nólsoyarfirði. Dagurin byrjaði kl 0900 í hølunum hjá MRCC við Tinghúsvegin. Har var stutt frágreiðing um ætlanina við venjingini og greitt frá virkseminum hjá MRCC og Tórshavn Radio.

Kl 10.00 byrjaði venjingin við at bátarnir fóru undir eina skipaða venjing at leita eftir dukkum, sum vóru sleptar út á fjørðinum. Leitingin eydnaðist væl, allar dukkurnar vóru funnar og áhugavert var at síggja hvussu langt dukkurnar høvdu rikið við eystfallinum norður gjøgnum fjørðin.

Leitingin endað kl 12.00 og so var farið niðan aftur til MRCC at hava eina eftirmeting og ábit. Allir luttakarnir vóru glaðir fyri tiltakið.

Luttakandi bátar vóru Rescue Vón, Sverri og Tanum og fyrireikarar vóru fólk frá MRCC, Sløkkiliðnum í Tórshavn og frá Havnar Bjargingarfelagi.