08.04.2018 kl. 09.52
Skriva út

Vesturleiki maskintrupuleikar beint suður úr Trælanípuni

Brimil kom í morgun kl 0400 á Sørvág við trolarnum Vesturleika.
Vesturleiki fekk um tíggjutíðina í gjárkvøldið, maskintrupuleikar beint suður úr Trælanípuni.
Brimil var hjá Vesturleika um midnáttina.
Vesturleiki var júst farin aftur til fiskarí, eftir at hava verið til umvælingar í longri tíð.

Myndirnar hevur Elias Zachariassen tikið.