16.10.2025 kl. 12.00
Skriva út
Viðvíkjandi brúktum fiskidøgum hjá bólki 5 B í 2025
Viðvíkjandi brúktum fiskidøgum hjá bólki 5 B í 2025
Við hesum verður sagt frá, at teir 3519 fiskidagarnir, ið vórðu tillutaðir Bólki 5 B eru brúktir og tí er ikki loyvt bátum í bólki 5 B at reka vinnuligan fiskiskap eftir klokkan 24:00 hin 16. oktober 2025
Støðan viðvíkjandi brúktum fiskidøgum hjá bólki 5 A og 5 B í 2025
Sambært uppgerð í dag hin 16. oktober 2025, er støðan soleiðis :
Bólkur 5A hevur brúkt 2.571 dagar. Eftir eru 718 dagar.
Bólkur 5B hevur brúkt 3.526 dagar. Eftir eru -7 dagar.