30.12.2021 kl. 12.29
Skriva út

Viðvíkjandi útlutan av fiskidøgum fyri 2022

Í samband við útlutan av fiskidøgum, at brúka í 2022, skulu vit kunna um, at talið av døgum á fiskiloyvunum hjá bólki 3 og bólki 4 ikki er endaligt og fer at verða broytt seinni.

Talan er um mun á útrokningargrundarlagnum í kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2022 og talið hjá Vørn. Tí er neyðugt at endurskoða tølini og lýsa tey av nýggjum.

Øll sum hava rætt til fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2022 og hava sent umsókn um at fáa hesar útskrivaðar, fara at fáa loyvi so skjótt sum tilber.

Sum sagt, so skal tað loyvi metast sum fyribils og verður helst rættað seinni.