14.01.2019 kl. 13.27
Skriva út

Vørn fer at taka gjald fyri ískoytisloyvi

Vørn skal við hesum gera vart við, at frá 1. Februar 2019 verður gjald tikið fyri at útskriva ískoytisloyvi. Gjaldið verður tað sama sum fyri fiskiloyvi, 500 kr. 

Fyrstu ískoytisloyvini vóru útskriva í 2018, og hevur hetta seinasta árið verið ein royndartíð. Leisturin við ískoytisloyvum hevur rigga væl, og er avgerð tí tikin um at halda fram við hesum háttinum.