23.10.2019 kl. 15.47
Skriva út

Vørn MRCC og UK Coastguard gjørt SAR avtalu

Vørn MRCC og UK Coastguard gjørt SAR avtalu


Altjóða SAR samstarv verður skipað eftir tí sonevndu SAR konventióni hjá IMO. Hon leggur upp til at grannalond gera avtalu sínámillum um bjargingarsamstarv tvørtur um landamørkini.
MRCC gjørdi longu í 2007 avtalu við Aberdeen Coastguard um SAR samstarv. Henda avtalan hevði tørv á dagføringum aftan© á hesi árini. Men bretar hava umlagt sína SAR tænastu rættiliga nógv seinastu árini. Ein høvuðsmiðstøð National Maritime Operations Centre, vanliga stytt NMOC, er gjørd í Fareham, og hon samskipar nú meginpartin av teirra arbeiði. Tí hildu bretar, at frægast var at gera eina nýggja avtalu.
Nú er so ein avtala gjørd millum Vørn og UK Coastguard um SAR samstarv.