Skriva út

Um samfelagstrygd

Vørn fyrisitur tilbúgvingarlógina og hevur ein miðsavnandi og samskipandi leiklut í føroysku tilbúgvingini.

Endamálið við tilbúgvingini er at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaðar á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar og vanlukkur. Samstundis skal tilbúgvingin virka fyri, at virkisførið í samfelagnum verður skert minst møguligt, tá álvarsamar hendingar raka.

Ein høvuðsuppgáva hjá Vørn er samskipandi tilbúgving. Tilbúgvingin byggir á meginregluna um økisábyrgd, sum merkir, at einstøku myndugleikarnir hava ábyrgd av tilbúgvingini á sínum málsøki. Vørn hevur ein tvørgangandi leiklut og samskipar tilrættisleggingina millum ymisku málsøkini, so ábyrgd, tilbúgvingarætlanir og átøk hanga saman, og Føroyar hava eina samvirkandi tilbúgving.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er fyribyrging og fyrireiking. Hetta fevnir millum annað um váðametingar, tilbúgvingarætlanir, venjingar og onnur átøk, sum kunnu fyribyrgja álvarsomum hendingum, avmarka avleiðingarnar av teimum og styrkja førleikan hjá samfelagnum at handfara tær.

Vørn hevur harumframt uppgávur í sambandi við kommunalu tilbúgvingina, virksemistilbúgving, brunafyribyrging og samstarv við bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin.