Skriva út

Fyribyrging og brunatrygd

Fyribyrging er ein grundleggjandi partur av tilbúgvingini. Endamálið er at minka um vandan fyri eldi, spreingingum og øðrum skaðahendingum og at avmarka avleiðingarnar, um ein hending kortini tekur seg upp.

Tilbúgvingarlógin hevur serligar ásetingar um fyribyrging og brunatrygd. Tær fevna millum annað um eldhættisligt virksemi, brunatrygd í bygningum og mannaverkum, størri tiltøk og brunasýn.

Eldhættisligt virksemi (§ 37-virksemi)

Til at seta á stovn virksemi, har spreingikvæmir, eldfimir ella eldførir løgir, luftevni ella onnur vandaevni verða goymd, framleidd, viðgjørd, handfarin ella nýtt, krevst loyvi frá Vørn sambært § 37 í tilbúgvingarlógini.

Loyvi krevst eisini, um verandi virksemi skal:

  • umbyggjast,
  • umvælast,
  • økjast,
  • takast niður ella
  • broytast.

Er § 37-virksemi partur av einum byggimáli, skal byggimálið fyrst sendast til viðgerðar hjá viðkomandi kommunala byggimyndugleika. Kommunan viðger málið eftir byggilóggávuni og sendir síðani málið til Vørn at viðgera tann partin, sum er fevndur av tilbúgvingarlógini.

Vørn gevur loyvi til § 37-virksemið og kann seta serlig krøv til brunatrygdina. Hetta er eisini galdandi, um talan er um bygging ella afturatbygging, sum annars er fevnd av byggilóggávuni, men har bygningurin ella partur av honum skal nýtast til § 37-virksemi.

Vørn kann krevja, at neyðug tiltøk verða sett í verk fyri at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing ella spreinging og fyri at tryggja fullgóðar rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikar, um eldur kemur í, ella um óhapp stendst av vandamiklum evnum.

Tá talan er um vanlig byggimál, sum ikki fevna um § 37-virksemi, verður málið viðgjørt av kommunala byggimyndugleikanum eftir byggilóggávuni.

Brunatrygd í bygningum og virksemi

Fyribyrgjandi brunatrygd fevnir eisini um bygningar og virksemi, har serligur vandi kann standast av eldi, vandamiklum ella dálkandi evnum, har nógv fólk koma, ella har serlig atlit annars skulu takast til brunatrygdina.

Endamálið er at fyribyrgja, at eldur kemur í ella breiðir seg, og samstundis tryggja, at fólk kunnu koma skjótt og trygt úr bygninginum, og at góðir møguleikar eru fyri bjarging og sløkking.

Vørn kann seta krøv til brunatrygdina. Hetta kann millum annað fevna um rýmingarleiðir og neyðútgongdir, bjargingarop, sløkkiútgerð, ávaringar- og sløkkiskipanir og atkomuviðurskifti hjá sløkkiliðnum. Eisini kann dentur verða lagdur á, at rýmingarleiðir verða hildnar fríar, at sløkkiútgerð verður hildin við líka, og at starvsfólk kenna neyðugu mannagongdirnar, um eldur kemur í.

Serlig atlit kunnu vera neyðug í bygningum, har nógv fólk savnast ella gista, eitt nú í samkomuhúsum, gistingarhúsum og stovnum.

Størri tiltøk

Fyribyrging og brunatrygd hava eisini týdning í sambandi við størri innandura og uttandura tiltøk, har nógv fólk savnast.

Vørn kann í sambandi við slík tiltøk seta krøv til brunatrygdina og tilbúgvingina. Hetta kann eitt nú fevna um rýmingarleiðir, atkomuviðurskifti, sløkkiútgerð og onnur fyribyrgjandi tiltøk, sum skulu fyribyrgja eldi, eldspjaðing og spreinging og tryggja fullgóðar rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikar.

Í ávísum førum kann eisini verða kravt, at kommunalt vaktarhald verður skipað. Størri tiltøk kunnu harumframt krevja loyvi frá Føroya Politi, og brunatrygd og tilbúgving kunnu tá vera partur av samlaðu viðgerðini.

Brunasýn

Brunasýn er ein partur av fyribyrgjandi arbeiðinum. Vørn kann fremja brunasýn fyri at kanna, um brunatrygdin í bygningum og virksemi er fullgóð og samsvarar við galdandi krøv.

Vørn kann fremja brunasýn av § 37-virksemi og av bygningum og mannaverkum, har nógv fólk koma, har serligur vandi kann standast av eldi ella vandamiklum evnum, ella har stór virði kunnu vera hótt.

Við brunasýn kann millum annað verða hugt eftir rýmingarleiðum og neyðútgongdum, sløkkiútgerð, ávaringar- og sløkkiskipanum, atkomu- og bjargingarviðurskiftum og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning fyri brunatrygdina.

Verða brek staðfest, kann Vørn krevja, at bøtt verður um viðurskiftini. Hevur brekið minni upp á seg, kann freist verða givin at rætta tað. Er talan um viðurskifti, sum kunnu elva til serligan vanda fyri brunatrygdina, kann virksemið ella nýtslan av einum bygningi, høli ella mannaverki verða bannað, til brekið er rættað.