Skriva út

Kommunala tilbúgvingin

Kommunala tilbúgvingin er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini. Sambært tilbúgvingarlógini hevur hvør kommuna ábyrgd av at hava eina tilbúgving, sum við støði í váðanum í kommununi er før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaðar á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar og vanlukkur.

Kommunurnar skulu gera váðametingar og við støði í teimum leggja kommunalu tilbúgvingina til rættis. Tilbúgvingarætlanir skulu lýsa millum annað uppgávur, bygnað og stødd á tilbúgvingini og skulu, eins og váðametingarnar, javnan endurskoðast.

Uppgávurnar hjá kommunalu tilbúgvingini

Kommunala tilbúgvingin verður sett inn í sambandi við ymiskar skaðahendingar og vanlukkur. Hetta fevnir millum annað um eldsbruna, ferðsluvanlukkur, óhapp við vandamiklum evnum, náttúruhendingar og umhvørvisdálking. Tilbúgvingin kann eisini hava uppgávur í sambandi við at hýsa neyðstøddum ella bráðfluttum fólki.

Kommunala tilbúgvingin hevur teknisku leiðsluna av átakinum á skaðastaðnum og skal hava neyðuga manning, útgerð og førleikar til at loysa tær uppgávur, sum kunnu væntast í tilbúgvingarøkinum.

Kommunalu tilbúgvingarnar

Kommunur kunnu antin hava egna tilbúgving ella samstarva við aðrar kommunur um eina felags kommunala tilbúgving. Tað er kommunustýrið, sum hevur ábyrgdina av, at kommunala tilbúgvingin er fullgott skipað og útgjørd.

Kommunurnar í Føroyum eru skipaðar í 18 kommunal tilbúgvingarøki:

  • Tórshavnar kommuna
  • Klaksvíkar Sløkkilið
  • Sløkkilið Eysturkommuna
  • Skálafjarðar Sløkkilið
  • Suðuroyar Syðra Sløkkilið
  • Tvøroyrar Sløkkilið
  • Húsavíkar Sløkkilið
  • Skálavíkar Sløkkilið
  • Sands Sløkkilið
  • Skopunar Sløkkilið
  • Kvívíkar Sløkkilið
  • Vestmanna Bjargingar- og Sløkkilið
  • Vága Sløkkilið
  • Sørvágs Sløkkilið
  • Skúvoyar Sløkkilið
  • Sunda Sløkkilið
  • Fuglafjarðar Sløkkilið
  • Eiðis Sløkkilið