Landstilbúgvingin
Landstilbúgvingin fevnir um teir førleikar og tað tilfeingi, sum landsmyndugleikar og aðrir partar kunnu seta inn í sambandi við størri skaðahendingar, vanlukkur og aðrar álvarsamar hendingar í Føroyum.
Tilbúgvingin byggir á økisábyrgd, har hvør myndugleiki hevur ábyrgd av tilbúgvingini á sínum egna málsøki. Tá ein hending krevur tað, kunnu førleikar og tilfeingi frá fleiri økjum setast saman í eitt felags átak.
Landstilbúgvingin fevnir millum annað um leiting og bjarging, sjúkraflutning, flutning av fólki og útgerð, tilbúgving á samferðslukervinum og serligar tilbúgvingarførleikar. Skip og tyrlur, sjálvbodna bjargingarrørslan og aðrir tøkir førleikar kunnu setast inn eftir slagnum og vavinum á hendingini.
Landstilbúgvingin kann eisini veita kommunalu tilbúgvingini hjálp og stuðul, tá tørvur er á fleiri fólkum, serútgerð ella øðrum førleikum. Hetta kann eitt nú vera í sambandi við størri eldar, ódnarveður, skips- og flogvanlukkur ella aðrar krevjandi hendingar.
Í serliga krevjandi støðum kann eisini verða neyðugt at fáa serfrøðiliga hjálp og útgerð uttanífrá, eitt nú í sambandi við kjarnorku-, geisla- og kemiskar hendingar. Føroyar hava samstarv, sum ger tað møguligt at fáa slíkan stuðul, tá tørvur er á tí.
Endamálið er, at tøku førleikarnir kunnu virka saman og stuðla hvørjum øðrum, so neyðug hjálp kann setast inn skjótt og samskipað, tá álvarsamar hendingar raka.