Leiðreglur um átaksleiðslu
Leiðreglurnar um átaksleiðslu áseta felags karmarnar fyri, hvussu tilbúgvingarátøk á landi verða skipað og samskipað, tá fleiri myndugleikar og tilbúgvingareindir eru partur av sama átaki. Leiðreglurnar eru ásettar við heimild í § 20 í tilbúgvingarlógini.
Endamálið er at tryggja greið leiðslu, ábyrgdarbýti og tvørfakligt samstarv á einum skaðastaði. Leiðreglurnar eru galdandi bæði fyri vanligar skaðahendingar og fyri stórar og torgreiddar hendingar, har fleiri partar mugu arbeiða saman.
Tilbúgvingin byggir á nakrar felags grundreglur. Økisábyrgd merkir, at tann myndugleiki, sum hevur ábyrgd av einari uppgávu í gerandisdegnum, varðveitir ábyrgdina, tá stórir skaðar ella vanlukkur henda. Harumframt byggir arbeiðið á meginreglurnar um líkskap, nærleika, at gera skjótt av og samstarv.
Tá fleiri partar eru saman um eitt átak, er neyðugt við samskipan. Partarnir skulu arbeiða fram ímóti einum felags máli, samstundis sum hvør partur varðveitir ábyrgdina og uppgávurnar á sínum egna øki. Leiðreglurnar lýsa í hesum sambandi leiðslu og samskipan á strategiskum, operativum og taktiskum stigi.
Við størri hendingar á landi hevur Føroya Politi samskipandi leiðsluna av samlaða átakinum, meðan kommunala tilbúgvingin hevur teknisku leiðsluna av sínum átaki á skaðastaðnum. Heilsutilbúgvingin hevur ábyrgdina av heilsufakliga átakinum. Saman skulu partarnir tryggja, at samlaða átakið verður framt so munagott og samskipað sum gjørligt.
Leiðreglurnar lýsa eisini, hvussu størri og meira torgreiddar hendingar verða handfarnar, og hvussu átaksleiðslan á skaðastaðnum hongur saman við yvirskipaðu kreppustýringini.
Sí leiðreglurnar her: Leiðreglur um átaksleiðslu 2025