Skriva út

Sjálvbodnu bjargingarfeløgini

Sjálvbodnu bjargingarfeløgini – bjargingarrørslan – eru ein týðandi partur av føroysku landstilbúgvingini. Við sjálvbodnum fólki, útgerð og serligum førleikum veitir bjargingarrørslan hjálp í sambandi við vanlukkur og aðrar álvarsamar hendingar.

Virksemið hjá bjargingarrørsluni er fjølbroytt og fevnir millum annað um leiting og bjarging á landi og sjógvi, fjallabjarging, fyrstuhjálp, stormskaðar og aðrar stuðulsuppgávur í sambandi við átøk.

Ein týðandi partur av tilbúgvingini á sjónum eru SAR-bátarnir hjá bjargingarfeløgunum. Rescue Lív hjá Havnar Bjargingarfelag, Rescue Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag, Rescue Sverri hjá Vága Bjargingarfelag og Rescue Vón hjá Eiðis Bjargingarfelag eru partur av føroysku SAR-tilbúgvingini. Bátarnir kunnu setast inn til leiting, bjarging og hjálparveiting á sjónum, og átøkini verða samskipað av Vørn/MRCC.

Undir Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg eru eisini landsfevnandi serførleikar innan fjallabjarging og dronuleiting. Fjallabjargararnir hava serligar førleikar og útgerð til leiting og bjarging í fjøllum og torførum lendi. Dronutoymið kann við dronum og framkomnari myndatøkni stuðla leitingar- og bjargingarátøkum og kanna stór og torfør øki.

Sambært tilbúgvingarlógini verður samstarvið millum ábyrgdarpartarnar í landstilbúgvingini og bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin samskipað sum partur av samlaðu tilbúgvingini. Vørn umsitur harumframt stuðulsskipanina til bjargingarrørsluna. Í 2026 eru 4 mió. kr. játtaðar í stuðli til bjargingarfeløgini.

Í Føroyum eru níggju virkandi sjálvboðin bjargingarfeløg:

  • Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag
  • Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
  • Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu
  • Havnar Bjargingarfelag
  • Nólsoyar Bjargingarfelag
  • Vága Bjargingarfelag
  • Kollafjarðar Bjargingarfelag
  • Eiðis Bjargingarfelag
  • Norðoya Bjargingarfelag

Átta av feløgunum eru skipað í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg (LFB), meðan Norðoya Bjargingarfelag stendur uttan fyri Landsfelagið.