Ver til reiðar at klára teg í trý samdøgur
Føroyar eru eitt trygt og framkomið samfelag, har vit vanliga taka tað sum eina sjálvfylgju, at vit hava atgongd til streym, vatn, hita, samskifti og matvørur. Álvarsamar hendingar kunnu tó hava við sær, at grundleggjandi veitingar og tænastur í eina tíð ikki virka sum vanligt.
Mælt verður tí til, at øll húski eru fyrireikað til at klára seg sjálvi í trý samdøgur. Um flestøll kunnu klára seg sjálvi ta fyrstu tíðina, kunnu myndugleikarnir hugsavna seg um at hjálpa teimum mest viðbreknu og um at handfara sjálva støðuna.
Í stuttum verður mælt til, at tú hevur:
- mat og vatn til trý samdøgur – 9 litrar av vatni til hvønn persón,
- neyðugan heilivág, fyrstahjálparútgerð og reinførisvørur,
- møguleika at halda hita og fáa ljós, um streymurin fer,
- FM-radio og orkubanka, so tú kanst taka ímóti boðum og halda fartelefonini løddari,
- og hevur hugsað um serliga tørvin hjá tínum húsarhaldi.
Tilmælini eru vegleiðandi og kunnu lagast eftir tørvinum og umstøðunum hjá tí einstaka húsarhaldinum. At fyrireika seg eitt sindur er betri enn einki at gera.
Les meira og sí fulla minnislistan í faldaranum: Tilmælir um heimatilbúgving