Virksemistilbúgving
Ávíst virksemi hevur serligar váðar og krevur tí eina egna tilbúgving. Sambært tilbúgvingarlógini skulu tey, sum við sínum virksemi kunnu elva skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði ella ognir, hava egintilbúgving.
Egintilbúgvingin skal vera lagað til virksemið og teir váðar, sum eru knýttir at tí. Endamálið er, at virksemið sjálvt hevur neyðugu fyrireikingina og førleikarnar til at seta inn, um ein álvarsom hending tekur seg upp, og kann samstarva við aðrar partar í tilbúgvingini. Allir partar í tilbúgvingini hava sambært lógini skyldu at samstarva.
Vága Floghavn er eitt dømi um slíka virksemistilbúgving. Vegna teir serligu váðarnar, sum eru knýttir at flogferðslu og rakstri av flogvølli, er serlig tilbúgving á flogvøllinum. Hendir ein flogvanlukka ella onnur álvarsom hending, kann henda tilbúgvingin seta inn beinanvegin og síðani virka saman við kommunalu tilbúgvingini, landstilbúgvingini og øðrum viðkomandi pørtum.
Tilbúgvingarlógin gevur eisini heimild til at seta serlig krøv til virksemi, sum hevur týdning fyri virkisførið í samfelagnum, so týðandi vørur, tænastur og annað virksemi kunnu varðveitast undir skaðahendingum og vanlukkum.