Skriva út

Dátuverndarkunning

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Vørn at tryggja, at øll viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvar við dátuverndarlógini.

Endamál og rættarstøði fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum

Vørn viðgerð persónsupplýsingar tínar við tí endamálið at útinna neyðugu málsviðgerðina og eftirlitsuppgávum stovnsins.

Viðgerðin av persónsupplýsingunum fevnir vanliga um vanligar persónsupplýsingar, so sum navn, bústað og kontaktupplýsingar, og viðgerðin av hesum er vanliga grundað á § 8 stk. 1, nr. 3 og 5 í dátuverndarlógini, sum snýr seg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum eru neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum Vørn er álagt.

Hevur tú sent okkum viðkvæmar persónsupplýsingar, er viðgerð okkara grundað á § 12, stk. 1, nr. 7 í dátuverndarlógini.

Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, yrkisfelagsligt tilknýti, umframt viðgerð av íløgudátum, biometriskum dátum, við endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

Viðgerð av persónsupplýsingum í samband við revsiverd viðurskifti er grundað á § 13, stk. 1 í dátuverndarlógini.

Hvussu leingi goyma vit persónsupplýsingar?

Sum almennur myndugleiki skulu vit skjalføra post, sum kemur inn og fer út. Tá ið vit viðgera tínar persónsupplýsingar, og goyma tær í sambandi við okkara arbeiði, verða galdandi leiðreglur fyri, hvussu leingi vit kunnu goyma upplýsingarnar, fylgd. Tað er tengt at málsøkinum, hvussu leingi upplýsingarnar verða goymdar.

Í nøkrum førum hava vit skyldu at goyma tínar upplýsingar í óavmarkaða tíð. Í slíkum føri verða upplýsingarnar fluttar til eitt skjalasavn. Mál á Vørn verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn.

Vørn strikar upplýsingarnar, tá ið varðveitingartíðin er liðin, og ein møgulig skrásetingartreyt er lokin. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Vørn ikki longur atgongd til upplýsingarnar.

Hvørji rættindi hevur tú?

Tú hevur hesi rættindi sambært dátuverndarlógini:

  • Tú hevur rætt til at biðja um innlit í upplýsingar um teg – § 26 um innlitsrættin hjá skrásetta.
  • Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg rættaðar og/ella krevja at ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða fullfíggjaðar – § 27 um rættin til rætting.
  • Tú hevur rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, um tær ikki longur eru neyðugar at náa tí endamáli, sum tær vórðu savnaðar ella viðgjørdar til – § 28 um rættin til striking.
  • Tú hevur rætt til at viðgerð av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað – § 29 um rættin til viðgerðaravmarking.
  • Tú hevur treytaleysan rætt til at mótmæla at viðgerð av tínum upplýsingum verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring – § 33 um rættin til mótmæli.
  • Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerð av tínum persónsupplýsingum – § 32 um rættin til mótmæli.
  • Um viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lógggildið av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna av samtykkinum – § 9, stk. 3 um treytir fyri samtykki.
  • Tú hevur rætt til at at krevja at fáa tínar persónsupplýsingar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði – § 31 um rættin til dátuflutning av persónsupplýsingum.

Treytir ella avmarkingar kunnu vera knýttar at nevndu rættindunum, og er tað tengt at serstøku umstøðunum, sum eru galdandi í sambandi við dátuviðgerðina. Til dømis kanst tú vanliga ikki strika upplýsingar úr einum máli á Vørn, orsakað av, at Vørn hevur skyldu til at flyta persónsupplýsingar á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.

Vilt tú brúka tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið á Vørn.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvørjar uppgávur dátuverndarfólkið hevur, og hvørjum viðkomandi kann hjálpa tær við.

Hvør er uppgávan hjá dátuverndarfólkinum?

Uppgávan hjá dátuverndarfólkinum, er at styðja uppundir, at Vørn livir upp til galdandi dátuverndarreglur. Harafturat ráðgevur og vegleiðir dátuverndarfólkið leiðslu og starvsfólki um krøvini um trygga handfaring av persónsupplýsingum sambært dátuverndarlóggávu.

Dátuverndarfólkið kann ikki hjálpa tær við fakligu málsviðgerðini ella avgerðum sum eru tiknar innan eitt fakøki.

Dátuverndarfólkið kann ikki

  • vegleiða um reglur ella siðvenju innan eitt fakøki.
  • taka støðu til, um skeivleikar eru í málsviðgerðini.
  • broyta eina avgerð, sum Vørn hevur tikið.
  • hjálpa við at orða kærur.

Tú kanst lesa meira um leiklutin hjá dátuverndarfólkinum á heimasíðuni hjá Dátaeftirlitinum www.dat.fo.

Set teg í samband við dátuverndarfólkið á Vørn

Hevur tú spurningar um okkara handfaring av persónsupplýsingum tínum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk.

Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur illgruna um, at Vørn hevur brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.

Send ein teldupost til vorn@vorn.fo, har tú viðmerkir "Att: Dátuverndarfólkið”.

Kæra um viðgerð av persónsupplýsingum

Viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær, og sum fer fram á Vørn sambært dátuverndarlógini, kann kærast til Dátueftirlitið.

Dátueftirlitið

Tinganes,

Postboks 300

110 Tórshavn

Teldupostur: dat@dat.fo

Meira kunning um dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.