1. stýrimaður til Vørn
Eitt starv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
- Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
- Luttaka í dagliga arbeiðinum.
- Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
- Annað fyrifallandi arbeiði og bjarging.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum skipsførari.
- Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 3. stigi (STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer).
- Heilsuváttan fyri sjófólk.
- Trygdarskeið fyri sjófólk.
- Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
- Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
- Øll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
- Aldur og heilsu at gerast vinnukavari. Fyrimunir, men ikki krav.
Setanartreytir:
Lønar og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og stýrimenn á vaktar- og bjargingarskipum landsins. Starvið er lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaganum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheiti er 1. stýrimaður.
Tann, ið sett/ur verður má tola broytingar í starvinum og at øki verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 10. september 2024 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til:
VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.