Tjaldrið og Brimil.jpg
Skriva út

Fulltikin dekkari til Vørn

Eitt fast starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Høvuðsuppgávur:

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

·         Ganga vakt eftir vaktarskipan

·         Luttaka í dagliga arbeiðinum

·         Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini

·         Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

·         Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum

·         Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu

Dentur verður annars lagdur á:

·         Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv

·         Royndir innan yrkið

·         Góð samstarvsevni

·         Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanartreytir:

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.

Setanarøkið er Uttanríkis- og Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  17. juni 2026 kl. 12.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo