
Kokkur til Vørn
Eitt fast starv, sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst. Ætlanin er, at viðkomandi skal byrja í starvinum 20. august 2026 ella eftir avtalu.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
- Matgerð og proviantering.
- Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
- Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og Trygdarhondbókini.
Førleikakrøv:
- Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum.
- Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.
- Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
Setanartreytir:
Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Arbeiðstíðin er vanliga 14 dagar umborð og síðan 14 dagar avspáking. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheiti er kokkur.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 8. juni 2026 kl. 12.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo