Skriva út

Søkt verður eftir einum vaktgangandi starvsfólki til MRCC/ Tórshavn Radio

Starvið umfatar m.a. hesar uppgávur:

• Ábyrgd av vaktini á MRCC

• Móttaka fráboðanir, taka støðu til og samskipa hjálpar- og bjargingarátøkum í føroyskum sjóøki

• Ábyrgd av vaktini á Tórshavn Radio

• Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastu og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina

• Tilkallivakt

Persónligir eginleikar:

Kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta.

Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum

Setanartreytir: 

Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis-og fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á Sjóbjargingarstøðini.

Førleikakrøv:

• Skipsførara útbúgving ella aðra viðkomandi    nautiska útbúgving

• Hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál

• Góðan kunnleika til teldur

Fyrimunir:

• Royndir frá sigling í Norður Atlantshavi

• Royndir frá altjóða arbeiðsumhvørvi

• Leiðsluroyndir

• GMDSS prógv

MRCC

MRCC bjóðar eitt spennandi starv, sum virkar undir altjóða reglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.

Viðkomandi, ið fær starvið, verður lærdur upp innan leiting og bjarging.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elias Zachariassen, deildarstjóra, MRCC Tórshavn tlf. 231300

Umsókn saman við prógvum og ævilýsing skal verða Vørn í hendi innan mánadagin 26. oktober 2026, kl. 12:00. 

Umsóknir kunnu sendast til VØRN, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn.

Verður umsóknin send sum teldupostur, skulu øll viðfest skjøl sendast sum PDF-fílar. Teldupostur: journal@vorn.fo