Skriva út

Eitt starv sum 1. meistari við skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra.
  • Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
  • Skipa fyri viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan.
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

 

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum “Skipsmaskin-meistari á 1. stigi” (STCW-reg. III/2 as 2nd Engineer).
  • Fyrimunur við 3 ára maskinmeistara útbúgving.
  • Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.
  • Leiðsluroyndir.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Góð samstarvsevnir og hegni at fyriskipa.
  • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur men ikki krav.

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32 og 33. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 1.maskinmeistari.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  30. september 2020 kl. 12.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo