Skriva út

Eitt starv, sum vaktgangandi á MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Coordination Centre), er leyst at søkja.

Starvið umfatar hesar uppgávur :

  • Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini. Flestu vaktir eru 12 tímar
  • Tilkallivakt
  • Móttaka fráboðanir og taka støðu til- og samskipa hjálparveitingar í føroyskum sjóøki
  • Lurtivakt á Tórshavnradio
  • Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. Navtex, siglingarávaringar, veðurtænastan og ymiskt í sambandi við tilbúgvingina

Førleikakrøv:

  • Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Hava hollan kunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt mál
  • Hollan kunnleika til teldur
  • Fullgilt GMDSS prógv
  • Góð samstarvsevni

Setanartreytir: 

Starvið er tænastumannalíknandi og er lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu

millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið, og er tænastustaðurin í løtuni á MRCC-Tórshavn.

MRCC bjóðar:

Eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO/ICAO og føroyskum lógarverki.

Ískoytislæru um: Leiting og bjarging, og hvussu farast skal fram.

Persónligir eginleikar:

Kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga væl at samskifta. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlondum.

Meira fæst at vita um starvið:

við at venda sær til MRCC- Tórshavn tlf. 351302

Umsóknir:

Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vørn/FVE, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn í hendi innan  mánadagin 12.august 2019, kl. 12:00.  Verður umsóknin send sum teldupostur skulu øll viðheft skjøl sendast sum PDF fílar. Teldupostur : journal@vorn.fo

 

MRCC TÓRSHAVN