
Veðurstova Føroya søkir eftir royndum veðurfrøðingi
Søkt verður eftir dugnaligum og royndum veðurfrøðingi at taka lut í menningini av Veðurstovu Føroya.
Ábyrgd og uppgávur
Rætta fólkið skal frá byrjan verða ført fyri upplæring av fólkum til veðurvaktina (prokura), umframt at standa fyri menning, góðskutryggjan og taka lut í dagliga arbeiðinum.
Høvuðsuppgávur:
- Standa fyri prokura frálærugongdum av veðurvaktarfólkum
- Menna og skjalfesta føroyskar veðurfrøðiligar mannagongdir
- Góðskutryggjan av veitingum hjá Veðurstovuni
- Taka lut í dagligu vaktunum og arbeiðinum annars á Veðurstovuni
Førleikar
Umsøkjarin skal verða universitetsútbúgvin veðurfrøðingur, við nógvum royndum innan verkliga veðurfrøði og í upplæring av øðrum veðurfrøðingum.
Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:
- góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- gott netverk innan veðurfrøði
- góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er parttíðarstarv við starvsbrøki á 50%.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er á Veðurstøðini við Hoyvíksvegin.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo
Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
- Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
- ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo
- (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)
Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 30. mai 2022 kl 12:00.
Starvið verður sett skjótast til ber.