Skriva út

Veðurstova Føroya søkir fólk til veðurvakt og menning

Søkt verður eftir dugnaligum og helst eisini royndum fólki at taka lut í veðurvaktargongd og menningini av Veðurstovu Føroya.

Ábyrgd og uppgávur

Rætta fólkið skal frá byrjan verða ført fyri at taka lut í gerð av veðurvánum, menna veðurmiðling og veðurkunning til føroyingar, savna inn vitan um lokalt veður kring landið og annars luttaka í dagligu uppgávunum á Veðurstovuni.

Høvuðsuppgávur:

  • Gerð av veðurvánum og taka lut í veðurvaktini
  • Menna samstarvið við Kringvarp Føroya og aðrar miðlar
  • Savna inn og skjalfesta vitan um lokalveður kring landið
  • Taka lut í veðurfrálæru av vaktarfólkum og almennari veðurkunning

Førleikar

Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving, ið gevur góðar verkligar førleikar innan veðurfrøði á landi og sjógvi t.d. veðurfrøðingur, veðurobservatørur, lærari í veðurfrøði, navigatørur v.m.  Eisini skal umsøkjarin helst hava hollar royndir innan veðurmiðling í orði og á skrift.

Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • góðan kunnleika til lokal veðurfyribrygdi
  • áræði og førleikar at miðla
  • góð samstarvsevni og hug at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • kunna stuðla undir góðan málburð og orðafeingi innan føroyska veðurfrøði

Løn og setanartreytir

Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  avvarðandi yrkisfelag. Starvið er fulltíðarstarv.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er á veðurstøðini við Hoyvíksvegin.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

  • Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
  • ella sum teldupostur til: vorn@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan mánadagin tann 30. mai 2022 kl 12:00.

Starvið verður sett skjótast til ber.