Skriva út

Vit hava vakt alt døgnið

MRCC er stytting av Maritime Rescue Co-ordination Center og virkar saman við Tórshavnradio, sum ein deild í Vørn undir Fiskimálaráðnum.  

MRCC hevur ábyrgdina fyri íverksetan og samskipan av leiting og bjarging á føroyskari havleið - SAR (Search and Rescue).

Harumframt eru avtalur við grannalondini um sínamillum hjálp og samstarv. Síggj avtalurnar við UK Maritime and Coastguard Agency og JRCC Iceland.

Samarbeiðsavtalur eru gjørdar við Atlantic Helicopters og Arktisk Kommando.

Aðrar uppgávur hjá MRCC umfata m.a. at taka ímóti fráboðan um oljudálking á føroyskum havleiðum, sjúkraflutning við tyrlu, avgreiða boð um yvirgang á føroyskum skipum (ISPS), og at gera og lýsa siglingarávarðingar.
  
Vanliga virkisøki hjá MRCC er havleiðin úr fjøruni og út á 200 fjórðingamarkið ella miðlinjuna millum lond.

Støðin er mannað alt samdøgnið og allar dagar í árinum.

Støðin er góðskustýrd við einari innanhýsis góðskuskipan.