Tín trygd á sjónum
Frá 1. januar 2016 avgreiðir Tórshavnradio ikki longur samtalur til og frá skipum.
Galdandi vindávaringar/veðurvánir og siglingarávaringar liggja undir NAVTEX
Tórshavnradio røkir enn sum áður tær neyðugu radiotænastunar við skip og bátar, við serligum atliti til neyð-, il og trygd á sjónum.
Við nýggju DSC-skipanini (Digital Selective Call) er og verður trygdin munandi økt, tí við henni kann eitt skip ella bátur nú senda eitt neyðarkall uppá ógvuliga stutta tíð, um illa vil til. Tórshavnradio hevur fasta lurtivakt á MF og VHF-DSC rásunum, umframt at lurta verður á teimum so væl kendu rásunum 2182 KHz og VHF rás 16.
Tórshavnradio hevur seinastu tvey árini 2007/08 verið fyri stórari nútímansgerð, har øll tann gamla útgerðin frá 1980 er útskift við tíðarhóskandi talgilda útgerð. Umframt tað, ið er gjørt innanveggja á støðini, er útgerðin ið var kring landið, skift út við talgilda útgerð. Harafturat eru fýra nýggjar VHF-støðir settar upp (sí kort), soleiðis at VHF-útbreiðslan nú verður munandi betri, serliga á støðum har sera vánalig útbreiðsla var frammanundan.