Skriva út
Deildin fyri Samfelagstrygd
Samfelagstrygd er deild undir Vørn, sum umsitur tilbúgvingarøkið og hevur ein miðsavnandi leiklut í arbeiðinum við tilbúgving og samfelagstrygd í Føroyum.
Deildin umsitur tilbúgvingarlógina og hevur sum eina høvuðsuppgávu at samskipa tilbúgvingina millum myndugleikar, kommunur, tilbúgvingareindir og aðrar viðkomandi partar. Arbeiðið fevnir millum annað um landstilbúgving, tilbúgvingarætlanir, veitingartrygd og kritiskar samfelagsfunktiónir, kommunala tilbúgving, kjarnorkutilbúgving, brunatrygd og venjingar.
Deildin arbeiðir tætt saman við øðrum deildum hjá Vørn og við aðrar myndugleikar og tilbúgvingareindir. Endamálið er at tryggja eina samanhangandi og væl samskipaða tilbúgving – bæði í gerandisdegnum og tá størri hendingar raka.