Skriva út

Veðurstova Føroya

Veðurstovan er deild av Vørn við egnari heimasíðu: www.vedur.fo

Veðurstova Føroya ger í samstarvi við DMI veðurforsagnir og veðurávaringar fyri land og sjóøki kring Føroyar. Veðurstovan røkir hesa uppgávu vikudagar í kontórtíð, meðan DMI røkir uppgávuna um kvøldið, um næturnar og í vikuskiftunum. Áløgdu uppgávurnar hjá Veðurstovuni eru lýstar í galdandi Fíggjarlóg, og eru:

  • Menna føroyska veðurtænastu
  • Gera veðurforsagnir
  • Kunna um veðrið til føroyska brúkaran á hóskandi pallum
  • Standa fyri viðkomandi veðurmátingum kring landið

Veðurstovan er fyribils skipað við einari høvuðsdeild á Veðurstovuni við Hoyvíksvegin, Tórshavn og einari deild á Sjónám í Klaksvík.