
Veðurstova Føroya
Veðurstova Føroya hevur hesar uppgávur:
• Radiosonderingar tvær ferðir um samdøgrið
• Innlesa veðurforsagnir á telefonsvarara fýra ferðir um samdøgrið
• Umsita veðurstøðirnar: Akraberg, Mykines, Fugloy, Borðan, Eiði og Tórshavn
Við yvirtøkuni av veðurtænastuni í 2009 varð samtykt, at sum frá líður, er tað ynskiligt athava eina útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu.
Veðurstova Føroya fer at hava betri og meira álítandi veðurforsagnir fyri allar Føroyar. Hon ferat røkja føroysk áhugaøki, hava betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum avveðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu,tilbúgving og føroyskasamfelagið sum heild.
Ein arbeiðsbólkur kom, við støði í einum breiðum stuðli og áhuga, til ta niðurstøðu, at tørvur er á einari útbygdari føroyskari veðurtænastu.